Koronakonsertir eru av á hesum sinni, men tit kunnu enn síggja konsertirnar niðanfyri.
Takk til allar luttakarnar og ikki minst takk til øll, sum fylgdu við umvegis netið!

Konsertin 29. mars
Gestir: Finnur og Páll Oddur

Konsertin 28. mars
Gestir: Eyðun & Terji

Konsertin 27. mars
Gestir: Lena & Niclas

Konsertin 26. mars
Gestur: Signar á Homrum

Konsertin 22. mars
Gestir: Jóan Jakku og Sámal

Konsertin 21. mars.
Gestur: Jens Marni Hansen

Konsertin 20. mars.
Gestur: Hans Petur í Brekkunum

Koronakonsertir úr SMS

Vanliga hevur SMS ymisk tiltøk á Torginum, men nú húsið er stongt, er hetta tíverri ikki gjørligt. Somuleiðis hevur koronasmittan havt eina ávirkan á tónleikarar kring alt landið, við tað at konsertir og tiltøk eru avlýst. Tískil hava tey í SMS saman við fleiri føroyskum tónleikarum funnið upp á ráð, og fara tey at stroyma konsertir beinleiðis av Torginum í SMS.


Tað er Kim Hansen, sum verður vertur til konsertirnar, og hann fer at fáa ymiskar tónleikarar á gátt, sum allir fara at framføra nøkur løg og fáa sær eitt prát við Kim.
Konsertirnar vera stroymdar kl. 21 og byrja fríggjakvøldið 20. mars. Allar konsertirnar eru sjálvandi uttan áskoðarar. Yvirlit yvir allar konsertirnar fæst á koronakonsert.fo, sms.fo og á Facebooksíðunum Koronakonsert og SMS á netinum.

So statt kunnu føroyingar gleða seg til at fáa konsertir við nøkrum av fremstu tónleikarum í Føroyum heim í stovuna.

Koronakonsertir á Facebook

Beinleiðis úr